Kaka fer til Real

Spanska blaðið, Marca, skrivar nú, at brasilski Kaka hevur játtað fyri Real Madrid, at hann kemur at spæla fyri felagið næsta kappingarár. Hetta verður tó bert, um Florentino Perez aftur sleppur framat valdinum í kongaliga spanska felagnum, skilst. Seinast Perez var forseti í Real Madrid keypti felagið millum annað Zinedine Zidane og David Beckham, og hesa ferð er tað altso Kaka, sum er fremsta valagnið.