Alt bendir á, at brasilianska stjørnan, Kaká, er á veg burtur frá Real Madrid, og ensku stórliðini, Manchester City og Chelsea, sigast vera áhuga í miðvallarleikaranum. Hann er ikki reiðiliga komin upp at koyra eftir skaðan, sum hevur hildið honum burtur frá byrjunar uppstillingini í Real Madrid, og nú skrivar caughtoffside.com, at brasiliumaðurin helst flytir frá Madrid í summar.
Bæði Manchester City og Chelsea sigast at vera áhuga í 28 ára gamla miðvallarleikaranum.
Chelsea eigarin, Roman Abramovich, sigst vera stórur fjeppari av Kaká og er eftir øllum at døma til reiðar at gjalda tær 220 milliónirnar, sum Kaká verður mettur at kosta.
Fyri tveimum árum síðani ljóðaði annars, at Manchester City var nær við at keypa Kaká, men tá fór handilin í vaskið. Í staðin skifti Kaká frá Milan til Real Madrid summarið 2009 fyri mettar 480 milliónir krónur.