Eftir øllum at døma spælir brasilski Kaká í Real Madrid komandi kappingarár. AC Milan hevur støðugt sagt, at teir ikki vilja selja 28 ára gamla brasiliumannin, men sambært blaðnum, Marca, hevur Kaká longu verið til læknakanningar, soleiðis at sáttmálin nú kann undirskrivast. Sum skilst er prísurin, sum Real Madrid skal rinda, á leið 484 milliónir krónur.










