Fótbóltur
Fríggjadagin seinnapart vórðu seðlarnir drignir úr pottunum, soleiðis at bólkarnir til HM-endaspælið í fótbólti kundu setast saman.
Stóra yvirskriftin varð alt fyri eitt sett á bólk G, sum á pappírinum líkist eini sannari krúttuni, har Norðurkorea er ífyllan. Brasil, Portugal og Fílabeinsstrondin er samstundis ein uppgerð millum Kaká, Ronaldo og Drogba, sum allir tríggir verða roknaðir millum avgjørt bestu spælararnar í heiminum.
Hartil inniheldur bólkurin eisinis søgulig perspektiv, nú Portugal skal royna seg móti fyrrverandi hjálandinum, Brasil.
Danir ivasamir
Í Danmark var fagnaðurin ikki tann heilt stóri um lutakastið, tó at hetta eisini kundi verið verri.
Eitt er, at Holland er í bólkinum, men samansetingin var hóast alt soleiðis, at eitt av toppseedaðu liðunum skuldi í hvønn bólkin.
Tað, sum Morten Olsen dámdi verri, var, at Danmark ikki slapp undan afrikanskari mótstøðu. Nú talan er um fyrsta HM-endaspælið í afrikanska kontinentinum, verður roknað við, at afrikonsku londini hava okkurt slag av fyrimuni av umstøðunum. Ikki minst í Johannesburg, har tunn luft og nógvur hiti gera sítt til at umstøðurnar eru sera truplar.
Hinvegin vóru tey í Onglandi ovurfegin, tá tey fingu USA, Algier og Slovenia í sín bólk. Á pappírinum er talan væl og virðiliga um yvirkomuliga uppgávu bretum, sum við Capello tykjast hava fingið ein landsliðsvenjara, sum hevur tendrað vónina um, at HM-heitið loksins aftur kann finna fram til landið, sum uppfann fótbóltin.
Fakta
Bólkur A
Suðurafrika
Mexico
Uruguay
Frakland
Bólkur B
Argentina
Nigeria
Suðurkorea
Grikkaland
Bólkur C
Ongland
USA
Algier
Slovenia
Bólkur D
Týskland
Australia
Serbia
Ghana
Bólkur E
Holland
Danmark
Japan
Cameroun
Bólkur F
Italia
Paraguay
New Zealand
Slovakia
Bólkur G
Brasil
Norðurkorea
Fílabeinsstrondin
Portugal
Bólkur H
Spania
Schweitz
Honduras
Chile