Kaj Klein spældi seinasta sunnudag konsert við bólki sínum í Føroya Húsinum í Keypmannahavn. Á konsertini vóru upptøkur gjørdar, sum ætlandi verða givnar út á DVD. Kaj Klein gav fyrr í ár fløguna ?Úr Maskinrúminum? út, ein fløga, ið ummælarin hjá Sosialinum kallaði eitt maskinmeistaraverk.










