Kaj Ennigarð gjørdi skjótt av, tá hann spældi fyrsta dystin fyri nýggja felag sítt leygardagin. KÍ var á Sandi og spældi venjingardyst, og dysturin endaði við 2-0 sigri til KÍ. Kaj Ennigarð skoraði longu í sjeynda minutti, tá hann skallaði bóltin í málið eftir innlegg. Nýggi álopsspælarin hjá KÍ, Chris Ceroni, skoraði seinna málið í seinna hálvleiki. Eisini Gunnar Nielsen og Kareem Smith spældu fyrsta dystin fyri KÍ.










