Kaj Leo viljasterkur sum nakar

sigur móðurin Karin Johannessen

-Tað kenst væl at hava ein son, sum er vorðin løgmaður. Er hann glaður, so eri eg eisini glað. Eg haldi hann fer at klára seg væl. Hann er viljasterkur sum nakar. Tá hann setir sær nakað fyri, so gjøgnumførir hann tað. Hann er eisini sera avslappaður og dugir at taka ímóti øllum.

 

Hetta eru jaligu orðini, sum móðir Kaj Leo, løgmann, Karin Johannessen hevur um sonin, nú hon er sloppin at siga í sjálvum løgmansstólinum eina løtu. Hon var millum tey mongu, sum leitaði sær innar í hitan á løgmansskrivstovuni í Tinganesi seinasta fríggjadag, tá sonurin varð kosin til løgmann.

 

Hon vísir ikki aftur, at sonurin eisini kann hava fingið okkurt gott í beinið frá m.a. sær sum mammu. Hon ynskir soninum góða eydnu við nýggja álitisstarvinum.

 

Sonurin Kaj Leo, ið stendur við móðurlið á løgmansskrivstovuni henda óveðursdag seinast í september, gleðist um góðu orðini frá móðir Karin. -Vøkur orð og eg veit ikki, hvat eg skal siga. Okkurt hevur man helst gjørt rætt fyri at røkka hertil. Og her hava foreldrini verið mær ein góður vegvísari og stuðul, sigur nýggi løgmaður, sum heldur tað vera ikki sørt ein æra at skula sita í hesum stólinum. Hann vónar, at hann kann gera eitt gott arbeiði fyri alla tjóðina eisini.

 

Karin Johannessen, sum er 78 ára gomul, dylur ikki fyri, at hon ætlar sær eisini at geva soninum góð ráð, tá hann biðjur um tey. Og hon leggur aftrat, at Kaj Leo hevur altíð lurtað eftir sær.

 

Elski illveður

Meðan hýrurin er góður á løgmansskrivstovuni leikar í uttanfyri. Tað regnar illa, og vindurin fær sjógvin at reistast.

 

Vit spurdu løgmann, um hetta vánaliga veðrið boðar frá politisku ódnarveðri komandi tíð!

 

-Eg elski illveður. Tað er frískligt. Man kann gott fara út og ganga sær ein túr, um man letur seg væl í. Tað er eisini boðskapurin, sum eg vil geva politiskt. Tað er eingin trupulleiki, at nøkur hørð lágtrýst koma niður yvir okkum. Vit skulu bara lata okkum væl í og so arbeiða.

 

Karin, mamman reisir seg úr løgmansstólinum og letur hann til sonin, sum kann síggja fram til trý avbjóðandi ár í landsins hægsta sessi.