Kaj Leo vil hoyra Bachelor Boy

– Eg hugsi um eina illveðursnátt í kulda myrkri og 20 gradum celcius minus yviri í Labrador. Eg eri 15 ára gamal og standi og hyggi niður í ein línustamp. Kuldin ger, at krapi er á línuni, eg dryppi fingranar í eina spann av køldum vatni fyri at verma mær fingranar. Havi fingið betendilsi í fremstafingur og nógva pínu, tí eg eri komin at stinga meg av einum húki, og agnaskræpa er komin í sárið. Havi pensilin í reyvalummanum og eg eri hamrandi troyttur eftir at hava vakt í eitt døgn.

 

Soleiðis skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, á Facebook í morgun. Og hann heldur fram:

 

– Knappliga floymir tónleikur úr hátalarnum, og Cliff Richard fyllir egningaskúrin við sanginum »Bachelor Boy«. Eg bleiv bara glaður at hoyra Cliff í hesi løtu, og tað var sum eg fekk nýggjar kreftir. So í kvøld fari eg á summarfestival at lurta eftir Cliff fyrstu ferð live – og Gud gævi hann fer at syngja Bachelor Boy:-)

 

– Vit síggjast!