Kaj Leo vil halda fram í Norra

Kaj Leo í Bartalsstovu og Levanger eru kroystir í norskum fótbólti

Kaj Leo í Bartalsstovu og Levanger eru fimm stig undir niðurflytingarstrikuni í næst bestu deildini í Norra. Kaj Leo heldur ikki fram í felagnum, um teir flyta niður aftur í triðj bestu deildina.

 

- Flyta vit niður verið eg nokk ikki verandi í Levanger. Eg vil helst verða á sama støði ella hægri, Verða vit verandi í deildini so er tað sjálvandi ein møguleiki, men tú veit aldrin í fótbólti, so vit fáa at síggja, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu.

 

Upprunafelagið hjá honum, Víkingur, hevur eitt brennandi ynski um at vinna FM. Tí er natúrligt at seta Kaj Leo í samband við barndómsfelagið.

 

- Sum nú er, so havi eg ongan áhuga í at venda heim aftur. Eg satsi upp á eina yrkisleið sum fótbóltsspælari, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu víðari.

 

Levanger skal heinta fimm stig inn á Åsane, fyri at kom upp um niðurflytingarstrikuna. Tað eru fimm umfør eftir av landskappingini. Kaj Leo er eisini úttikin til landsliðið, sum skal spæla móti Ungarn og Rumenia í oktober.