Kaj Leo í Bartalsstovu hevði eitt framúr gott avrik fyri Val móti Gróttu á útivølli leygardagin.
Tá 17 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki sendi Kaj Leo eitt gott hornaspark inn í brotsteigin hjá Gróttu, ið Haukur Páll Sigurðsson stútaði væl í netið.
Átta minuttir seinni spældi Aron Bjarnason Kaj Leo hegnisliga frían, og Kaj Leo sveik ikki álitið, men setti bóltin trygt í netið. Kaj Leo var skiftur út aftaná eitt gott avrik, tá 80 minuttir vóru farnir í dystinum. Valur vann 3-0.
Góða avrikið hjá Kaj Leo hevur givið afturljóð, og ítróttarskrivararnir hjá Morgunblaðnum hava Kaj Leo sum annan áleyparan á Vikuliðnum hjá Morgunblaðnum aftaná 2. umfar í Pepsideildini.
Vikuliðið hjá Morgunblaðnum sæst á myndini omanfyri.
Magnus Egilsson var eisini við frá dystarbyrjan móti Gróttu. Venjari hjá Vali er tann í Føroyum væl kendi Heimir Guðjónsson.