Kaj Leo vann og Gunnar tapti

Valur hevur fingið 13 stig fyrstu fimm dystirnar í íslendsku Pepsideildini

Tað gjørdist eitt misjavnt umfar hjá føroyingaliðunum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, Pepsideildini hetta vikuskiftið.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu var við frá byrjan, og hann fekk 66 minuttir á vøllinum tá lið hansara, Valur vann 1-0 á Leiknir á heimavølli. Patrick Pedersen skoraði sigursmálið tá fáir minuttir vóru eftir at leika.

 

Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH sum á heimavølli á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfirði var fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið. FH tapti 0-2 fyri KR, ið skoraði eitt mál í hvørjum hálvleiki. 

 

2. hvítusunnudag spælir Valur á útivølli móti Keflavík. Týskvøldið spælir FH á útivølli móti Leiknir. 

 

Støðan: 

 

 

 

Lið:DystirMálStig
Víkingur R.59:313
Valur510:513
KA510:310
FH511:510
Breiðablik511:87
KR58:77
Leiknir R.56:75
Fylkir57:105
ÍA55:95
Keflavík55:133
HK56:112
Stjarnan52:92