Kaj Leo í Bartalsstovu leikti allan dystin, tá hann og liðfelagarnir á liðnum hjá Akranesi vunnu ein sera týðandi 1-0 sigur á Keflavík á útivølli í kvøld. Tíverri gjørdist ikki talan um eina føroyinga-uppgerð í kvøld, tí Patrik Johannesen situr uttanfyri hjá Keflavík við skaða.
Oliver Stefánsson gjørdist stóra hetjan hjá Akranesi við at skjóta sigursmálið í 89. minutti.
Sambært Morgunblaðnum hevði Kaj Leo nakrar góðar royndir á málið hjá Keflavík.
Akranes liggur aftast í deildini saman við Leiknum. Bæði liðini hava 14 stig.
Tað gjørdist heldur ikki talan um eina føroyingauppgerð, tá KR og FH møttust í Reykjavík í kvøld.
Hallur Hansson spældi allan dystin fyri KR, meðan Gunnar Nielsen aftur í kvøld mátti taka til takkar við at sita á beinkinum hjá FH.
Kappingarneytin hjá Gunnari, Atli Gunnar Guðmundsson helt málið reint, tí dysturin endaði við javnleiki 0-0.
KR er nummar seks í deildini við 26 stigum. FH er triðaftast við 15 stigum.
Støðan:
Nr | Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | Stig |
1 | Breiðablik | 19 | 13 | 4 | 2 | 46:21 | 43 |
2 | KA | 19 | 11 | 3 | 5 | 40:23 | 36 |
3 | Víkingur R. | 18 | 10 | 5 | 3 | 42:28 | 35 |
4 | Valur | 18 | 9 | 4 | 5 | 37:28 | 31 |
5 | Stjarnan | 19 | 7 | 7 | 5 | 37:36 | 28 |
6 | KR | 19 | 6 | 8 | 5 | 28:27 | 26 |
7 | Fram | 18 | 5 | 7 | 6 | 35:38 | 22 |
8 | Keflavík | 19 | 6 | 4 | 9 | 29:33 | 22 |
9 | ÍBV | 19 | 4 | 6 | 9 | 29:37 | 18 |
10 | FH | 19 | 3 | 6 | 10 | 20:32 | 15 |
11 | Leiknir R. | 18 | 3 | 5 | 10 | 18:35 | 14 |
12 | Akranes | 19 | 3 | 5 | 11 | 18:41 | 14 |