Kaj Leo á vandakós

Tað hevur øst baklandið hjá løg­manni, at hann í løg­mans­røð­uni segði, at Føroyar skulu úr rík­is­felagsskapinum.
Bárður Nielsen, tingmaður Sam­bands­floks­ins sigur so­leið­is í lesarabrævi:

»Sambandsformaður á vandakós
Fráboðanir í løgmansrøðuni um Ríkisfelagsskapin stríða grund­leggjandi ímóti tí, sum Sambandsflokkurin eigur at standa fyri
Tað mundi koma óvart á tey flestu, at formaður Sam­bands­floksins í ólav­søku­røð­uni boðaði frá, at nú skal farast frá Ríkis­fel­ags­skap­iønum til ein ríkjafelagsskap, har ið Føroyar skulu vera sjálv­støðugt land.
Eisini kom tað óvæntað, at ein røð av yvirtøkum skal fremj­ast.
Fráboðanirnar um rík­is­rætt­ar­ligu støðuna og yv­ir­tøk­urnar eru ong­an­tíð við­gjørd­ar í Sambandsflokkinum og kunnu tí ikki fatast sum politikkur floksins.
Hetta at loysa Føroyar úr Rík­is­felagsskapinum er held­ur ikki í tráð við tað, sum Sam­bands­flokk­ur­in eigur at standa fyri.
Vit standa yvir fyri stórum av­bjóðingum í einum heimi í stórari broyting, har ið væl­ferðarskipanirnar, sum vit kenna tær í dag, eru undir stór­um trýsti.
Neyðugt er altíð at gera til­lag­ing­ar og hugsað av nýggj­um, men vit eiga at útbyggja verandi rík­is­felags­skap og gera brúk av ver­andi møguleikum held­ur enn at renna aftan á loys­ing­ar­flokk­u­num.
Tað er altíð gott at verða semju­søkjandi, men tað skal ikki ganga ímóti grund­sjón­armi­ð­unum hjá Sam­bands­flokkinum. Føroyar hav­a framm­anundan nóg mik­ið av loys­ing­ar­flokkum, og brúk er ikki fyri einum loys­ing­ar­flokki afturat. Tvørt­ur­í­móti er ongantíð meira brúk fyri einum røttum Sam­bands­flokki enn nú.
Sambandsflokkurin vil varð­veita vælferðina og teir møgu­leikar, sum eru við ein­um tøttum sam­bandi í Rík­is­fel­ags­skap­i­num. Tað er mín sann­føring, at vit við møgu­leikunum í Ríkis­fel­agss­kapurin eru betur før fyri at varðveita okkara væl­ferð­ar­skip­anir og taka ímóti teim­um avbjóðingum, sum heim­ur­in í dag stendur yvir fyri.«

Orðini hjá løgmanni í ólavsøkurøðuni vóru hesi:
» – Tað verður neyðugt at skipa okkara ríkisfelagsskap av nýggjum. Eg droymi um ein ríkjafelagsskap við trim­um sjálvstøðugum londum.
– Mín framtíðarmynd er, at vit sum fólk finna saman um eina nýggja skipan, sum sameinir heldur enn spjaðir okkum.«