Kaj Leo um Djurholmkanning: Má vera liðug í juni

Ein samd tingmanning Sambandsfloksins krevur eina kanning av Djurholmmálinum. Hon skal í mesta lagi taka 3-4 vikur og gongur hon imóti landsstýrismanninum má Fólkaflokkurin finna ein nýggjan landsstýrismann

Tingmanning Sambandsfloksins viðgjørdi á fundi mikudagin málið um ákærurnar móti Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í sambandi við arbeiðið hjá nevndini í Framtaksgrunninum. Kaj Leo Johannessen, formaður floksins sigur við Sosialin, at niðurstøðan av innanhýsis fundinum í Sambandsflokkinum varð heilt greið: ein kanning eigur at verða sett í verk. Og semja er um, at tað hevur stóran týdning, at kanningin ikki dregur út men verður gjørd sum skjótast. Kaj Leo Johannesen heldur tríggjar og í mesta fýra vikur verða nokk til at gera hesa kanning og skal hon gerast áðrenn summarfrítíðina, soleiðis at vit fáa lagt hetta málið aftur um okkum.

-Samgongan tolir ikki, og landsstýrið tolir ikki, at tað verður sáddur ivi um trúvirðið hjá einum okkara í samgonguni, og tí mugu vit taka tað til eftirtektar, sum er komið út - gera eina kanning og fáa hetta málið aftur við borðinum sum skjótast.

-Kann tað hugsast, at tað eru kreftir í Sambandsflokkinum, sum eru sera ónøgdar við Bjarna Djurholm sum vinnumálaráðharra og tí fegnar síggja eitt kanningarúrslit, sum noyðir hann frá?

-Hetta er ein sera viðkomandi og áhugaverdur spurningur. Vit sóu í seinastu samgongu, hvussu ein avgerð at koyra ein landsstýrismann frá hevði við sær krøv um, at onkur annar eisini skuldi koyrast frá. Tann støðan vit eru í nú, má ikki enda við slíkum krøvum, nevniliga at vit krevja Bjarna Djurholm koyrdan frá sum tøkk fyri seinast, tá ein sambandslandsstýrismaður varð koyrdur frá. Tí hava vit eisini avgjørt á fundinum í gjár, at landsstýrismaðurin eigur ikki at fara frá, meðan kanningin verður gjørd.

Formaðurin í Sambandsflokkinum heldur fyri, at vit nú skulu bíða eftir einum úrsliti, so tað ikki bara vera gitingar og pástandir, sum hanga í luftini.

-Men um so er, at kanningin gongur ímóti Bjarna Djurholm, fer Sambandsflokkurin so at krevja av løgmanni, at hann loysir landsstýrismannin úr starvi?

-Vit fara ikki at leggja nakað trýst á løgmann. Vit fara bara at siga Fólkaflokkinum, at hann skal finna sær ein nýggjan landsstýrismann. Tá er tað als ikki til diskutión sigur Kaj Leo Johannesen.