Kaj Leo í Bartalsstovu hevur í kvøld skift til íslendska meistaraliðið FH, sum frammanundan hevur Gunnar Nielsen og Sonna Ragnar Nattestad í hópinum.
Føroyski landsliðsspælarin hevur leitað sær eftir nýggjum felag, eftir at hava roynt seg í rumenska stórfelagnum Dinamo Bukarest.
- Talan er um ein eitt ára sáttmála, sigur umboðsmaðurin hjá honum, Hans Jacob á Líknargøtu.
FH vann í fjør íslendska meistaraheitið. Væntandi verður skiftið kunngjørt í kvøld ella í morgin.









