Bóltsnillingurin hjá Víkingi fer komandi vikuna at royna seg í hollendskum fótbólti. Kaj Leo Í Bartalsstovu skal í eina viku venja við De Graafschap, sum spælir í næstbestu deildini í Hollandi.
«Tað hevur leingið verið í tonkunum at sleppa til útlandið at royna seg, sigur landsliðsleikarin.
Kaj Leo hevur bara spælt fyri Víking í føroyskum vaksmannafótbólti og tað ger hann helst eisini um einki kemur burtur úr royndarvenjingini í Hollandi.
«Vísur tað seg, at eg ikki eri nakað fyri teir ella teir ikki nakað fyri meg, og eg komi aftur til Føroyar at spæla, so tosi eg sjálvandi fyrst við Víking, sigur Kaj Leo Í Bartalsstovu við Sosialin í dag.
«Nú satsi eg 100 prosent upp á hetta og so fáa vit at síggja hvat hendir, sigur Kaj Leo at enda.
De Graafschap flutti í fjør niður í næstbestu deildina eftir tvey ár í bestu deildini. Felagið er stovnað í 1954 og spælir á De Vijverberg Doetinchem leikvøllinum, sum tekur 12.600 áskoðarar. Venjari er tann 45 ára gamli Pieter Egge Huistra, sum millum annað spældi frá 1990 til 1995 við Glasgow Rangers.