Spurdur um einki partafelag, sum Kaj Leo Johannsen hevur varðað av skyldar tí almenna nakað, sigur Kaj Leo Johannesen púra greitt nei.
Spurdur, um nakað felag, sum hann hevur varðað av, hevur pádrigið nøkrum tap, tí almenna, privatum ella virki, sigur løgmaður, at tað veit hann einki um.
Eigur tú ikki at vita tað, tá tú hevur verið stjóri og nevndarformaður?
– Eg havi ongan kreditorlista, men eftir míni bestu sannføring skyldaðu feløgini ongum nakað. Alt er uppgjørt og hvør hevur fingið sítt. Eg átti ein triðing í einum felag saman við Róa Egholm og Kára Danielsen.
Feløgini, sum løgmaður var knýttur at, eru sambært vinnuvitan.biz hesi:
• KRK-Holding P/F (Strikað) eigari og nevndarformaður
• Farex P/F (Strikað) nevndarformaður
• Kaldbaks Seafood P/F (Strikað) nevndarformaður
• Sisero Sp/F (Strikað) nevndarformaður
• Trans-Farex Invest P/F (Strikað) nevndarlimur
Løgmaður sigur, at hann veit, at hetta eru grovar ákærur. Og spurdur, hví hann ikki avsannaði hetta fyrr enn fýra dagar seinni, sigur hann, at tað er ikki alt, hann tímir at svara uppá.
– Men hatta átti redakøturin á Vágaportalinum ikki at lagt út á netið, sigur løgmaður.









