Kaj Leo skoraði í steypakappingini

ÍBV vann tryggan sigur á høvuðsstaðarfelagnum, KH á Hásteinsvøllinum á Heimey

Í kvøld og í annaðkvøld verða sekstandapartsfinalurnar í íslendsku steypakappingini leiktar.

 

Á Hásteinsvøllinum úti á Heimey á Vestmannaoyggjunum tók ÍBV ímóti høvuðstaðarfelagnum, KH. ÍBV vann ein tryggan 4-1 sigur. Málskjútti til 1-0 var Kaj Leo í Bartalsstovu, sum var við á liðnum hjá ÍBV frá dystarbyrjan. Í steðginum sá tó ikki so gott út hjá heimaliðnum, tí tá var støðan javnleikur 0-0, men í seinna hálvleiki bragdaði hjá ÍBV.

 

Venjarin valdi at hvíla Jónas Tór Næs til dystin ímóti KH í kvøld. 

 

Í annaðkvøld spælir liðið hjá Gunnari Nielsen, FH ímóti Sindri á heimavølli á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum.

 

Áttandapartsfinalurnar í íslendsku steypakappingini verða spældar dagarnar 30. mai til 1. juni.