Kaj Leo skal koppsetast í morgin

Orsøkin er, at hann skal leggjast undir skurð

Hóast landsstýrismaðurin í heilsumálum í februar segði, at hann skal verða tann síðsti í koppsetingarrøðini í Føroyum, so verður tað kortini ikki so. Orsøkin er, at hann skal leggjast undir skurð.

– Eg skal niður til eina møguliga skurðviðgerð í rygginum tann 16. mai, men fyrst til eina forkanning. Eg vóni, at fólk fyrigeva mær, at eg taki eina vaksinu í morgin eftir galdandi kunngerð ístaðin fyri at verða síðst ella næstsíðst koppsettur, skrivar hann á Facebook í morgun.

– Ikki bara at siga tað, at hava verið fótbóltsmálmaður – fyrst á grúsi síðani á kunstgrasi, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, sum í mong ár vardi málið hjá HB og sum eisini var við sum málmaður á gitna Landskrona-landsliðnum í nítiárunum.

##med2##

Frá í dag kunnu øll fólk í Føroyum yvir 55 ár koppsetast.

Kaj Leo Holm Johannesen er 56 ára gamal.