Kaj Leo skaðar Sambandsflokkin

– Formaðurin í Sambandsflokkinum eigur at gera tað, sum er best fyri flokkin, og hatta er ikki besta loysnin fyri flokkin, sigur Lisbeth L. Petersen.

 

 – Formaðurin í Sambandsflokkinum eigur at gera tað, sum er best fyri flokkin, og hatta er ikki besta loysnin fyri flokkin, sigur Lisbeth L. Petersen.

Við Rás2 á middegi segði løgtingsmaðurin Bárður Nielsen, at eftir hansara tykki ger Kaj Leo Holm Johannesen í hesum málinum ikki tað, sum er best fyri Sambandsflokkin.

 

Fyrrverandi forkvinnan í Sambandsflokkinum er samd við Bárði Nielsen:

 

–Nei, eg meti ikki, at Kaj Leo Holm Johannesen ger tað, sum er best fyri Sambandsflokkin. Formaðurin í Sambandsflokkinum eigur at gera tað, sum er best fyri flokkin, og hatta er ikki besta loysnin fyri flokkin, sigur Lisbeth L. Petersen.

 

Seinnapartin í gjár boðaði løgmaður frá, at hann fer ikki at loysa Jørgen Niclasen úr starvi sum landsstýrismaður í fíggjarmálum av sonevnda tollmálinum. Við tí avgerðini fara trupulleikarnir at halda fram, metir fyrrverandi forkvinnan í Sambandsflokkinum:

 

–Hetta er ein sera keðilig støða, bæði fyri løgmann og alt Føroya land. Avgerðin hjá løgmanni í gjár loysir ikki trupulleikan hjá samgonguni og Sambandsflokkinum, sigur Lisbeth L. Petersen.

 

Lisbeth L. Petersen tok við sum forkvinna í Sambandsflokkinum í 2001, og legði frá sær dagin eftir vánaliga løgtingsvalið hjá flokkinum í 2004. Fyrrverandi forkvinnan dugir væl at seta seg inn í ta støðu, sum Kaj Leo Holm Johannesen nú er í.

 

– Hetta er ein tann mest óhepna støða, sum ein løgmaður og floksleiðari yvirhøvur kann koma sær í, sigur Lisbeth L. Petersen og sipar til manglandi stuðulin úr egna tingbólki og baklandi.

 

– Eftir tí, sum er komið fram, er ikki líkt til at formaðurin hevur stuðul í sínum egna flokki. Uttan stuðul úr tingbólkinum er sera trupult at vera leiðari. Í mínum føri valdi eg at pakka saman fyri at lata onkran annan koma framat, sigur Lisbeth L. Petersen.

 

Hoyr samrøðu við Lisbeth L. Petersen við at trýsta á pílin undir myndini.