Kaj Leo í Bartalsstovu er ikki við í hópinum hjá Dinamo Bukarest, sum spælir oddadyst í rumensku landskappingini í kvøld. Føroyski landsliðsspælarin hevur verið sjúkur í tvær vikur, og er ikkiuttikin til hópin.
Dinamo Bukarest skal í kvøld spæla móti Astra Giurgiu, sum liggur nummar eitt í landskappingini. Dinamo Bukarest, sum hevur vunnið báðar dystirnar eftir vetrarsteðgin, liggur á øðrum plássi. Tað eru trý stig upp til Astra Giurgiu.
Sum skilst, so er talan um fleiri spælarar, ið hava verið raktir av sjúku seinastu vikurnar.











