- Sum støðan er nú, hava vit ikki ráð til at veita ein skattlætta nú
Tað heldur Kaj Leo Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og fyrrverandi løgmaður.
Hann sigur, at hetta er hansara egna meining. Men hann staðfestir samstundis, at skal eitt samfelag mala runt, má onkur rinda rokningarnar.
Hinvegin heldur hann, at sum støðan er nú, veksa útreiðslurnar so nógv, at vit eru í ferð burtur frá einum sjálvberandi búskapi.
- Skulu vit nærkast einum sjálvberandi búskapi, verður neyðugt at tálma útreiðsluvøkstrinum, og at seta nýskipanir í gildi, sigur hann.
Tí heldur hann, at vit hava ikki ráð at fremja ætlanina hjá samgonguni at lækka skattin hjá lág- og miðalinntøkum.
Henrik Old, landsstýrismaður, heldur hinvegin, at tað er avgerðandi neyðugt at lækka skattin hjá lág- og miðalinntøkum.
Hinvegin heldur hann, at skattalættin kundi kanska verið latin yvir tvey ár, heldur enn at lata alt ísenn næsta ár.
Hann ásannar, at útreiðslurnar veksa gott trý prosent. Og hann staðfestir eisini, at skal Landssjúrkahúsið skerjast tvey, trý prosent, steðgar virksemið uppat, so einfalt er tað, tí lønirnar fara upp.










