Leygardagin 12. august verður, ið hvussu er annað av teimum báðum føroyinga-liðunum i Íslandi í íslendsku steypafinaluni.
Jónas Tór Næst og Kaj Leo í Bartalsstovu vóru við frá byrjan, tá ÍBV vann 2-1 á Stjarnuni í hálvfinaluni í íslendsku steypakappingini.
Dysturin var spældur á heimavøllinum hjá Stjarnuni.
Øll málini komu innanfyri 13 minuttir. Hilmar Árni Halldórsson legði Stjarnuna á odda, tá 60 minuttir vóru farnir. Seks minuttir seinni javnaði Hafsteinn Briem fyri ÍBV.
Í 73. minutti spældi Sindri Snær Magnússon Kaj Leo í Bartalsstovu leysan, sum elegant plasseraði bóltin í málið, og harvið gjørdist gøtumaðurin sigursmálskjútti hjá ÍBV og sendi eyjamenn í steypafinaluna, sum verður á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, leygardagin 12. august.
Ólavsøkudag klokkan 16 taka Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH ímóti Leiknir í hinari hálvfinaluni. Vinna Gunnar og liðfelagarnir kunnu vit gleðast um, at antin tveir ella ein føroyingur verður íslendskur steypavinnari hetta kappingarárið.










