Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Njarðvík ferðaðust í dag til Akureyrar fyri at spæla týdningarmiklan dyst í botnstríðnum í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini móti Þór.
Njarðvík vann ein framúr góðan 3-0 sigur, og er nú fýra stig røttu megin niðurflytingarstrikuna, nú bert trý umfør eru eftir at leika í næstbestu deildini.
Innanfyri fyrst hálva tíman syrgdu Rafael Victor og Gisli Martin Sigurðsson við hvør sínum máli fyri, at Njarðvík fekk eina 2-0 leiðslu.
Hendan støðan helt sær til tá 11 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Tá staðfesti Oliver Kelaart sigurin hjá Njarðvík.
Kaj Leo kom á vøllin tá 82 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Njarðvík er nummar níggju av teimum 12 liðunum í deildini við 23 stigum. Fýra stig eru niður til næstaftasta liðið, Þróttur sum hevur 19 stig.
Leygardagin 2. september tekur Njarðvík móti Leiknir á heimavølli.