Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Njarðvík spældu í kvøld týdningarmiklan dyst í uppflytingarstríðnum í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Njarðvík var í Mossfelsbær fyri at spæla dyst móti Afturelding.
Tað gekk av skriðuni í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Afturelding á odda heili 4-0. Njarðvík fekk steðgað bløðingini í seinna hálvleiki, og skoraði Oumar Diouck eitt troystarmál til støðuna 1-4 við einum brotssparki. Nærri kom Njarðvík ikki, og tað endaði við stórsigri 4-1 til Afturelding.
Kaj Leo byrjaði inni fyri Njarðvík og var skiftur út tá ein tími var leiktur av dystinum.
Leygardagin 7. september klokkan 17.15 tekur Njarðvík móti Keflavík á heimavølli í næstseinasta dystinum.
Sera javnt er millum seks tey fremstu liðini í deildini. Nummar eitt flytur beinleiðis upp í bestu deildina. Nummar tvey til fimm spæla dystir um uppflyting.
Nr. | Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | +/- | Stig |
1 | ÍBV | 20 | 10 | 5 | 5 | 43:26 | 17 | 35 |
2 | Keflavík | 20 | 9 | 7 | 4 | 33:24 | 9 | 34 |
3 | Fjölnir | 19 | 9 | 7 | 3 | 31:22 | 9 | 34 |
4 | Afturelding | 20 | 10 | 3 | 7 | 36:34 | 2 | 33 |
5 | Njarðvík | 20 | 8 | 7 | 5 | 32:27 | 5 | 31 |
6 | ÍR | 19 | 8 | 7 | 4 | 27:23 | 4 | 31 |
7 | Þróttur Reykjavík | 20 | 7 | 6 | 7 | 30:26 | 4 | 27 |
8 | Grindavík | 20 | 6 | 7 | 7 | 38:38 | 0 | 25 |
9 | Leiknir Reykjavík | 19 | 6 | 3 | 10 | 27:30 | -3 | 21 |
10 | Þór Akureyri | 19 | 4 | 7 | 8 | 27:36 | -9 | 19 |
11 | Grótta | 19 | 3 | 4 | 12 | 27:45 | -18 | 13 |
12 | Dalvík/Reynir | 19 | 2 | 7 | 10 | 20:40 | -20 | 13 |