Kaj Leo og Aksel vilja halda fram

Seinasta veljarakanningin fyri val­ið í morg­in gev­ur okk­um nakr­ar sam­­gong­­­­­umøguleikar. Sam­bands­flokk­­ur­in stend­ur til at blíva størsti flokk­­ur við átta løg­tings­sess­um. Javn­­að­­ar­flokk­ur­in stend­ur í stað við seks um­boð­um. Hetta gev­ur til sam­­ans 14 at­kvøð­ur á tingi, ella eina meira, enn hesir flokkar hava í dag.

Fyri at fáa meiriluta, skulu tríggj­­ar at­kvøð­ur til aft­ur­at. Bæði løg­­mað­ur og Høgni Hoy­dal hava meira ella minni av­skriv­að makr­el­­sam­gong­una mill­um Sam­bands­flokk­­in, Javn­­að­­a­rf­lokk­in og Tjóð­veldi, so tann møg­­u­leik­an kunnu vit lata liggja. Men sam­an við Fram­sókn og Sjálv­stýr­is­flokk­i­num fæs­t e­in meiriluti aft­an fyri Kaj Leo Johannesen sum løg­mann. Hetta kundi verið ein sam­gonga við seks að­al­ráð­um, har Sam­bands­flokk­­ur­in hev­ur løg­mann og ein lands­stýr­is­sess, har Javn­að­ar­flokk­ur­in hev­ur tveir lands­stýr­is­ess­in, og har Fram­sókn og Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in hava hvør sín.

Hin eyðsýndi møguleikin er, at full­­veld­­i­s­­sam­gong­an frá 2002 verð­­ur end­ur­skip­að mi­llum Fólk­a­flokk­in við átta ting­sessum, Tjóðveldi við seks ting­­fólk­um, Mið­­flok­­k­i­­n­um við tveim­um ting­fólk­um og Sjálv­stýri við ein­um ting­fólki. Hetta ge­vur eis­ini tilsamans 17.

Henda­n samgongan er lítið sann­­lík. Part­vís tí, at full­­veld­­is­ætl­a­­n­in er slept sum politiskt mál. Sjálvt Tjóð­­veldi hevur so at siga lagt hesa ætl­an vil viks. Hin møguleikin er, at Fólk­a­flokk­ur­in og Tjóð­veldi hava fá pol­itisk mál, sum teir draga í felag. Eyð­sýndasta andsøgnin er fiskivinn­u­politikkurin.

Javna­ð­arflokkurin fer valla held­ur sam­an við Fólk­a­flokki­num av somu orsøk sum Tjóðveldi. Og Javn­að­ar­flokk­ur­in hev­ur helst brúk fyri at fáa luft fyri Fólk­a­flokk­i­num eina tíð, tó at hes­ir flokk­ar hava framt nøk­ur hjart­a­mál hjá Javn­að­ar­flokk­i­num, eitt nú Ar­beiðs­loys­is­skip­an­ina og Sam­halds­fasta.

Triðið møg­u­leikin er borg­ar­liga sam­gong­an mil­l­um Sam­bands­flokk­in, Fólka­flokk­in og Sjálv­stýr­is­flokk­in. Henda­n var seinast roynd undir Paula Ellefsen frá 1981-85.

Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, og m­angt kann broytast næsta hálvt annað samdøgrið. Hóast pena framgongd, so hev­ur Sam­­bands­flokk­ur­in stóra aft­ur­gongd í mun til sein­astu velj­ar­a­kann­ing­ar­nar. Í 2004 mista Sam­bands­­flokkurin á stokkinum og vendi fram­gongd til afturgongd. Javn­aðarflokk­ur­in hevur hin­veg­in vunn­ið alt tað tapta í velj­ar­a­kann­ing­u­num inn­aft­ur. Men held­ur hend­an støð­an, so er mest sann­líkt, at Kaj Leo Jo­hann­e­sen og Aks­el Jo­hann­e­sen sleppa sær und­an ein­um for­mans­um­f­ari og leggja helst nógv fyri at út­vega sit­andi sam­gongu meir­i­luta.