Kaj Leo og Akranes flyta sannlíkt niður í næstbestu deildina

Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Keflavík taptu fyri FH á heimavølli. Tað gjørdist dýrt fyri Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnar í Akranesi

Patrik Johannesen fekk 85 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Keflavík taptu 2-3 fyri FH í heimadysti í niðara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. 

 

Tað gekk sum eftir ánni hjá Keflavík fyrstu løtuna. Dagur Ingi Valsson legði Keflavík á odda tá 19 minuttir vóru farnir, og tá 32 minuttir vóru farnir økti Adam Ægir Pálsson til 2-0. Seks minuttir seinni minkaði FH um munin til 2-1.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki skoraði FH tvey mál innanfyri tríggjar minuttir, og so var alt koppað á høvdið.

 

Tapið hjá Keflavík gjørdist dýrt fyri Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnar í Akranesi, ið leiktu javnleik 2-2 móti Leiknum á útivølli. Øll málini komu í fyrra hálvleiki.

 

Kaj Leo kom á vøllin tá 67 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Akranes eru gott og væl fluttir niður í næstbestu deildina. Akranes er aftast við 19 stigum, og nú bert tveir dystir eru eftir hava teir seks stig upp til FH á triðaftasta plássinum. FH hevur eisini nógv betri málmun enn Akranes. Tí skal eitt undur til fyri at halda Akranes í bestu deildini.

 

Komandi leygardag tekur Akranes móti ÍBV á heimavølli. Sama dag spælir Keflavík móti Leiknum á útivølli.

 

Støðan í niðara endaspælinum: 

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunurStig
7Keflavík25941245:4731
8Fram24610849:5628
9ÍBV24681037:4626
10FH25671235:4125
11Leiknir R.25561427:5821
12Akranes25471431:6019