Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Keflavík hava tapt fýra av fýra dystum. Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH hava tapt tveir av trimum dystum, og tað hava Hallur Hansson og liðfelagarnir í KR eisini.
Einasti ósigraði føroyingurin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini higartil er Kaj Leo í Bartalsstovu, ið saman við liðfeløgunum í Akranesi framvegis ikki hevur tapt aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar.
Í kvøld leikti Akranes javnleik 1-1 móti Fram á útivølli. Bæði málini komu undan steðginum.
Fram 1 - 1 ÍA
1-0 Guðmundur Magnússon ('22)
1-1 Eyþór Aron Wöhler ('42)
Akranes er nummar seks í deildini við fimm stigum fyri tríggjar dystir.
Leygardagin tekur Akranes móti oddaliðnum, Breiðablik á heimavølli.











