Kaj Leo millum teir frægu

Føroyski landsliðsleikarin var millum teir bestu hjá Dinamo Bukarest, sum tó tapti greitt.

Kaj Leo í Bartalsstovu fekk sín fyrsta dyst frá byrjan, tá ið lið hansara, Dinamo Bukarest, í dag var á vitjan hjá Concordia Chiajna í fyrru hálvfinaluni í lítlu steypakappingini, Liga Cup.


Dinamo Bukarest fekk eina keðiliga byrjan upp á dystin, tí longu í 5. minutti legði fyrrverandi ukreinski landsliðsleikarin, Artem Milevskiy, heimaliðið á odda 1-0.


Hóast Dinamo Bukarest var greitt omaná í spælbýti, so megnaði heimaliðið at økja til 2-0 sjey minuttir inn í seinna hálvleik, tá ið Christian Obodo stútaði bóltin í málið.


Dinamo Bukarest legði nógv fyri í royndini at minka um munin og at fáa eitt umráðandi útivallarmál, men tað eydnaðist ikki og kom heldur hinvegin at kosta í hinum endanum.


Eftir eitt mótálop og als ikki í tráð við leikgongdina var tað Marius Pena, sum økti til endaliga úrslitið, ið harvið gjørdist 3-0 til Concordia Chiajna.


Kaj Leo í Bartalsstovu spældi allan dystin og var eyðsýndur á høgra vongi, har hann hevði fleiri góð innlegg og tók sær av flest øllum hornaspørkum og fríspørkum. Tað var eisini í høgru síðu, at nógv tey flestu uppspølini vóru.


Returdysturin verður spældur á leikvøllinum hjá Dinamo Bukarest 5. apríl.