Kaj Leo álitisváttan

Tann ofta illa viðfarni formaðurin í Sambandsflokkinum setti so dyggiliga sínar kritikarar upp á pláss við einum sera góðum løgtingsvali í gjár Nakað soleiðis ljóðaði boðskapurin frá formaninum í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, upp undir valið. Í hvussu er var hetta boðskapurin á teimum valplakatum, sum sóust kring býin í Havn.

Og soleiðis endaði eisini valið fyri Sambandsformannin. Hann fekk næstflestar atkvøður í flokkinum, bara nýggja guruin í Fíggjarmálaráðnum, Magni Laksáfoss, fekk fleiri.

Magni hevði eitt kanónval og fekk heilar 979 atkvøður, og tað var fyri so vítt rímiliga langt niður til Kaj Leo við sínum 641 atkvøðum. Men her skal eisini nevnast, at Magni er nýggja stjørnuskotið hjá flokkinum, og hevur megnað at savna allar tær »ónøgdu« atkvøðurnar í Sambandsflokkinum.

Hinvegin skal heldur ikki gloymast, at Sambandið saman við Tjóðveldinum undan valinum lógu sera væl og onkur veljarakaning gav flokkunum báðum 9 tinglimir í part.

Nú endaði alt so við, at støðan gjørdist status quo hjá teimum stóru flokkunum, meðan teir báðir smærru fingu hvør sín tinglim í part ? við undantaki sjálvandi av Javnaðarflokkinum, sum misti ein mann í evstu løtu til Miðflokkin.

Men Kaj Leo Johannesen fekk prógvað, at hann stendur sterkur í Sambandsflokkinum.