Kaj Leo koronukannar í Eysturoy

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur í kvøld syrgt fyri, at sjúkrahúsverkið í næstu viku fer at gera koronukanningar í Eysturoy

Tað er leygarkvøld, men tað vil ikki siga, at myndugleikarnir halda vikuskifti.

Fyrr í dag segði borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, at hann roknar við, at í miðal vera væl færri eysturoyingar kannaðir fyri korunu, enn tað verða kannað í Norðoyggjum, høvuðsstaðnum og í Suðuroy. Hann segði eisini, at orsøkin til hetta er, at tað illa ber til hjá eysturoyingum at fara til Klaksvíkar ella til Havnar og standa í bíðirøð í fleiri tímar og ikki hava vissu fyri at sleppa framat sama dag.

Hetta segði borgarstjórin í Runavíkar kommunu í almennum brævi til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum.

Í kvøld skrivar Tórbjørn Jacobsen á sínum facebookvanga, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í kvøld hevur verið í samband við borgarstjóran og boðað frá, at sjúkrahúsverkið í næstu viku fer at bjóða koronukanningar í Runavíkar kommunu.

Tórbjørn Jacobsen skrivar soleiðis:

-Kaj Leo til stórt rós, so ringdi hann fyri løtu síðani og boðaði frá, at myndugleikin nú fyrireikar at gera okkurt við málið. Góð kensla at ein landsstýrismaður arbeiðir eitt  leygarkvøld í krepputíð. Tað er góður stílur.

Tað verður Klaksvíkar sjúkrahús, sum í næstu viku fer at syrgja fyri, at kanningarstøð verður sett upp í Runavík.