Kaj Leo kann halda heimajól

Kaj Leo Johannesen stórtrívist í nýggjum leikluti

Síðani 2008 hevur Kaj Leo Holm Johannesen hildið jól sum løgmaður, men nú er hann ikki longur í embætinum og kann halda jól sum løgtingslimur í andstøðu – og langt frá við somu ábyrgd og ávirkan, sum hann hevur havt seinastu sjey jólini.

- Jólini í ár verða nógv øðrvísi, enn tey hava verið seinastu árini. Í ár kann veruliga halda jól saman við familjuni, og tað gleði eg meg til, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Saman við løgmansembætinum hava eisini verið fleiri almennar uppgávur í sambandi við jólini – eisini jólaaftan, tá ið nógv okkara halda jól saman við familjuni burturav.

- Mær hevur dámt væl at sloppið ein túr á Herbergið , KFUK og Barnaheimið, men tað hevur sjálvandi havt við sær, at eg eri farin frá familjuni jólaaftan. Í ár kann eg fult og heilt halda jól heima, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.                                                                                      

Kaj Leo Holm Johannesen hevur seinastu sjey árini verið á avgjørt toppinum í føroyskum politikki. Hann hevur verið formaður í Sambandsflokkinum, og hann hevur verið løgmaður. Nú røkir hann ikki longur hesar uppgávur.

- Eg stórtrívist í nýggja leiklutinum og kenni meg nógv fríari til at kjakast og verða við í politiska arbeiðnum. Júst hendan leiklutin havi eg ikki roynt áður, og eg haldi, tað er sunt fyri politisku skipanina, at tað er eitt skifti í skipanini. Vit skulu bara ikki sita ov leingi í andstøðu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.