Í heyst segði Kaj Leo Johannesen endaliga farvæl til fótbóltsspælið í fremstu røð. Tá hann legði handskarnar á hillina, hevði hann 300 ferðir vart málið á besta HB liðnum.
Men ídni málverjin hevur ikki slept sambandinum við HB. Tá Havnar Fótbóltur, sum rekur 1. deildarliðið hjá HB, hevði ársaðalfund mánakvøldið, varð nevndin víðkað úr fýra og upp í fimm nevndarlimir. Nýggi nevndarlimurin er Kaj Leo Johannesen. Hinir nevndarlimirnir vórðu allir afturvaldir. Teir eru Poul Michelsen, Niels Christian Nolsøe, Høgni Mikkelsen og Gunnar Mohr.
Eftir ársaðalfundin skipaði nevndin seg, og eftir uppskoti frá Poul Michelsen, sum higartil hevði verið formaður, varð nývaldi limurin, Kaj Leo Johannesen, valdur til formann. Stinfinnur Mittelstein hevur verið stjóri í felagnum, og tað er hann framvegis.
Tá Havnar Fótbóltur fyri einum ári síðani hevði ársaðalfund, vísti roknskapurin eitt lítið hall, sum varð fíggjað við at taka av eginpeninginum. Hesa ferð vísti roknskapurin eitt lítið yvirskot, og tað vil siga, at eginpeningurin, sum undan aðalfundinum í fjør var 670 túsund krónur, er komin upp á pláss aftur.
Taka undir við linjuni
Havnar Bóltfelag hevði eisini aðalfund mánakvøldið. Umleið hálvt hundrað fólk vóru á fundi. Á skránni var m.a. nevndarval. Kári Danielsen og Oddmar Andreasen bóru seg undan afturvali. Í teirra stað vórðu valdir Birgir Enghamar og Petur Ove Johannesen. Hinir nevndarlimirnir tóku allir við afturvali. Teir eru Gunnar Mohr, Hans J. Mikkelsen og Jan F. Jensen. Eftir fundin skipaði nevndin seg við Gunnari Mohr sum formanni og Petur Ova Johannesen sum kassameistara.
Gunnar Mohr sigur seg vera væl nøgdan við aðalfundin, og hóast hann hevði roknað við tí, so váttar hann, at tað sjálvsagt kom væl við, at aðalfundirnir í Havnar Fótbólti og Havnar Bóltfelag tóku undir við linjuni, sum teir í felagnum hava valt at rikið:
? Á báðum fundunum var breið semja um, at tað er rætt av okkum ikki at fara út at kappbjóða fyri at fáa spælarar, sum eru uppaldir í øðrum feløgum, at spæla fyri okkum. Eingin í HB hevur nakað ímóti, at fremmandir spælarar koma henda vegin, men tað er týdningarmikið, at felagið ikki kemur sær í fíggjarligt óføri. Fundurin tók undir við, at vit aftur í ógvuliga stóran mun fara at dúva upp á spælarar, sum fótbóltsliga og felagsliga eru skúlaðir í okkara felag.
Møguleiki fyri útlendingum
Ion Geolgau er heima í Rumenia nú. Hann kemur aftur til Havnar síðst í januar, men teir í HB ætla longu fyrst í komandi ári at fara undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Enn er ikki avgjørt, hvør verður hjálparvenjari hjá Ion Geolgau, men tað er ikki so lítið sannlíkt, at Albert Ellefsen fer at halda fram í tí starvinum.
Higartil hevur HB bara skrivað sáttmála við ein spælara, sum ikki var á liðnum í fjør. Tað er Símun Eliasen, sum eftir ársskiftið flytir heim úr Århus. Tað er greitt, at fleiri spælarar, sum spældu við í farna kappingarárinum, ikki fara at spæla í HB komandi ár. Hans Fróði Hansen er farin til Sogndal, Jens Erik Rasmussen skal til Íslands at spæla við Leiftri, Magni á Lakjuni skal spæla við B36, og Jan Dam, Súni Fríði Johannesen og Jákup Eli Olsen fara at spæla við B68.
Tað hevur ljóðað, at møguleikar eru fyri, at rumenski venjarin skal hava onkran landsmann ella onkran annan fremmandan spælara við sær, tá hann kemur aftur henda vegin, men enn er einki komið upp á pláss hesum viðvíkjandi:
? Venjarin hevur fingið at vita frá okkum, at vit avgjørt eru opnir fyri tí møguleikanum, men hann veit eisini, at um hetta skal koma upp á tal, so skal talan vera um spælarar, ið heilt avgjørt fara at lyfta okkum upp. Tað er eingin meining í at fáa fremmandar spælarar henda vegin, um teir ikki gerast sjálvsagdar stjørnur á liðnum hjá okkum. Nú fáa vit at síggja, um tað fer at eydnast hjá Ion at fáa onkran sovornan henda vegin fyri tann prísin, sum vit halda at vera rímuligan, sigur Gunnar Mohr, formaður í HB.