Saddam Hussein hevði uppiborið at verða dømdur til deyða. Tað heldur Kaj Leo Johannesen, formaður sambandsfloksins.
Tað eru ógvuliga fáir politikarar í Føroyum, sum hava sagt sína hugsan um, at gamli einaræðisharrin í Irak varð dømdur til deyða
Hann varð avrættaður í lýsingini leygarmorgunin, klokkan seks í Irak og klokkan trý leygarnáttina okkara tíð.
Men ein av teimum, sum hevur eina meining um hetta og sum torir at siga hana hart, er formaðurin í Sambandsflokkinum.
Hann heldur, at Saddam Hussein fekk ein rættvísan dóm og at hann hevði uppiborið at verða dømdur til deyða og avrættaður fyri tær illgerðir hann hevur staðið á odda fyri í Irak.
Hesa greiðu støðu hevur formaðurin í sambandsflokkinum, hóast bæði Amnesty International og nógvir aðrir felagsskapir og einstaklingar hava funnist hvassliga at deyðadóminum.
Tá ið Saddam Hussein varð tikin, segði Amnesty International í Føroyum, at eins og øll onnur, skal eisini hann tryggjast eina rættargond eftir altjóða reglum.
Amnesty er ímóti deyðarevsing og er tí eisini ímóti at Saddam Hussein varð dømdur til deyða og avrættaður.
Dømir irakiska fólkið Saddam Hussein til deyða, eru tey við til at rættvísgera ein revsingarhátt, sum tey sjálvi hava mótmælt, at hann hevur brúkt seinastu 25 árini, heldur felagsskapurin.
- Sterkasti mátin at gera upp við fyrrverandi einaræðisharran, hevði verið at dømt hann lívlanga fongsulsrevsing. Á tann hátt hevði Irak steðgað siðvenjuni hjá Saddam-stýrinum at avrætta mótstøðufólk síni.
- Verður Saddam Hussein avrættaður fer tað at seta arbeiðið móti deyðarevsing fleiri ár aftur, segði Amnesty International í Føroyum, tá ið Saddam Hussein varð tikin.
Ótrúliga positivt
Men hetta ávirkar ikki formannin í sambandsflokkinum í hesum føri.
Hann kann ikki fegnast um, at lívið verður tikið frá einum øðrum menniskja.
Men hann heldur, at tað er “ótrúliga positivt” at Saddam Hussein hevur fingið tað revsing, hann hevur uppiborið.
- Tað vísir bara, at rættvísi er til – fyri øll, leggur Kaj Leo Johannesen afturat.
- Ein og hvør gerð hevur eina avleiðing. Og nú Saddam Hussein varð avrættaður, er tað rættvíst, tí hann hevur sjálvur tikið so nógv lív og eisini hann má taka ábyrgdina av sínum gerðum, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
Kortini Kaj Leo Johannesen ikki heilt tryggur við deyðarevsing annars, tí hann staðfestir, at tað er onki dulsmál at bæði húðalitur og onnur óviðkomandi viðurskifti hava ein vissan týdning fyri, hvør verður dømdur til deyða.
- Og tað má ikki henda, at ein tann einasti ein verður dømdur til deyða ósekur.
Hann heldur at tað er ómetaliga torført at taka støðu til deyðarevsing sum heild. Tað heldur hann ikki, at vit kunnu gera, fyrrenn tað er ein av okkara egnu næstringum, sum hava verið fyri einum álvarsligum brotsverki, so at vit føla tað á egnum kroppi.
- Tað verður ikki fyrrenn eg sjálvur komi í eini slíka støðu, at eg kann siga við fullari vissu um eg eri fyri deyðarevsing ella ikki, sigur Kaj Leo Johannesen.
- Men eg kann ikki lata vera við at skilja, at fólk, sum hava verið fyri álvarsligum brotsverki, taka undir við deyðarevsing.
- Men fyri Saddam Hussein kann tað sigast stutt, at rættvísi sigraði, sigur Kaj Leo Johannesen.