Kaj Leo Í Bartalsstovu er komin aftur til Føroyar, eftir at hann hevur verið og vant við hollendska felagnum, De Graafschap.
- Tað gekk væl, men tað verður ongin sáttmáli á hesum sinni, sigur Kaj Leo í stuttari viðmerking við portalin.
De Graafschap hevur sæð so mikið í bóltsnillinginum, at teir ætla at halda eyguni við menningin hjá Víkinga leikaranum.
Kaj Leo hevur hug koma út og royna aftur.
- Eg vóni at sleppa at royndavenja onkra aðrastaðni eisini, sigur Kaj Leo, sum í samrøðu við Sosialin hevur sagt, at hann fyrst og fremst tosar við Víking um útlandsævintýrið ikki verður veruleiki á hesum sinni.
De Graafschap flutti í fjør niður í næstbestu deildina eftir tvey ár í bestu deildini. Felagið er stovnað í 1954 og spælir á De Vijverberg Doetinchem leikvøllinum, sum tekur 12.600 áskoðarar. Venjari er tann 45 ára gamli Pieter Egge Huistra, sum millum annað spældi frá 1990 til 1995 við Glasgow Rangers.










