Fótbóltsævintýrið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu í Rumenia er fyribils komið at enda. Eftir at venjarin hjá Dinamo Bukarest, Mircea Rednic, hevur lagt frá sær, so er greitt at Kaj Leo í Bartalsstovu ikki heldur fram í felagnum.
- Tað var serliga venjarin, ið vildi hava Kaj Leo til felagið á fyrsta sinni. Tá hann nú gevst hava partarnir valt ikki at halda áfram við samstarvinum, sigur Hans Jacob á Líknargøtu, umboðsmaður hjá Kaj Leo í Bartalsstovu.
Hann leggur afturat, at tað var ein átekning í sáttmálanum, ið segði at partarnir skuldu tosa saman aftur eftir kappingarenda. Kaj Leo í Bartalsstovu er ein av møguliga heilt upp í ellivu spælarum, sum ikki halda fram í felagnum.
- Ein partur av avgerðini liggur í at vit fingu at vita, at tað er lítil møguleiki fyri spæltíð undir komandi venjarinum. Seinastu tíðina hava vit merkt á leiðsluni, at felagið ætlar sær aðrar leiðir og tað sæst eisini aftur á stóru útskiftingini, sum er í gongd , sigur Hans Jacob á Líknargøtu.
Kaj Leo í Bartalsstovu er í hesum døgum aftur í Føroyum, meðan leitað verður eftur nýggjum avbjóðingum uttanlands.
- Vit hava lært ótrúliga nógv bæði á og uttanfyri vøllin í Dinamo Bukarest. Undir vanligum umstøðum, so høvdu vit gjarna vilja hildið fram í felagnum, men tá tað nú bleiv sum tað bleiv, so taka vit tað við og fara at leita eftir nýggjum avbjóðingum uttanlands, sigur Hans Jacob á Líknargøtu.
Kaj Leo í Bartalsstovu er úttikin til føroyska landsliðið, sum um tvær vikur skal spæla móti Kosovo í Týsklandi.