Kaj Leo hitti Kerry

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, er í hesum døgum á arktiskum ráðharrafundi í kanadisku bygdini Iqaluit. Hetta erníggjundi ráðharrafundurin hjá arktiska ráðnum, og samstundis endin á kanadiska formansskapinum.

Nú tekur so amerikanski formansskapurin í ráðnum við, og í tí sambandi var amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, við á fundinum opg legði fram ætlanirnar næstu tvey árini, har høvuðsdentur verður lagdur á umhvørvi og veðurlagsbroytingar.

- Eg eri spentur upp á ætlanirnar hjá amerikanska formansskapinum um at seta tiltøk í verk fyri at menna varandi orkukeldur í Arktis, sigur løgmaður, ið eisini vísti á, at vit hava virðismiklar royndir í Føroyum við at vinna orku burturúr eitt nú vindi.

Kaj Leo Johannesen fekk millum annað høvi til at hitta John Kerry, og annars endar ráðharrafundurin í dag við einum tiltaki, sum borgarstjórin í Iqaluit er vertur fyri, saman við leiðaranum í Nunavut-landslutinum.

Eisini hava ráðharrarnir samtykt Iqaluit-yvirlýsingina, ið varpar ljós á úrslitini undir kanadiska formansskapinum og arbeiðsøkini hjá nýggja formansskapinum, skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðu síni.