Kaj Leo hevur tríggjar samgongumøguleikar

Um løgtingið ikki reisir misálit á Kaj Leo Johannesen, løgmann, so hevur hann tríggjar møguleikar at finna meiriluta í løgtinginum. Tað mest nærliggjandi at hugsa sær er, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin gera eina avtalu við Tjóðveldi um at fáa nøkur týðandi mál samtykt. Hugsast kann, at løgtingsvalið tí verður útsett í nakrar vikur ella mánaðir.

Men løgmaður hevur eisini aðrar møguleikar, enn Tjóðveldi. Restin av samgonguni kann fáa meiriluta saman við Miðflokkinum og Framsókn, sum tilsamans hava fýra tingfólk.

Hin møguleikin er, at løgmaður finnur meiriluta saman við Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum.