Kaj Leo hevur ikki tikið avgerð um sína fótbóltsframtíð

Liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Akranes tapti niðurflytingarstríðið orsaka av verri málmuni enn FH

Kaj Leo í Bartalsstovu hevur nú roynt alt sum kann roynast í íslendskum fótbólti.

 

Í 2016 gjørdist hann íslendskur meistari við FH. Árið eftir vann hann íslendsku steypakappingina við ÍBV, og í 2020 gjørdist hann íslendskur meistari við Vali.

 

Í ár slapp Kaj Leo so at royna baksíðuna av heiðursmerkinum, tá hann saman við liðfeløgunum á Akranesi tapti niðurflytingarstríðið.

 

Akranes hevði líka nógv stig sum FH í niðara endaspælinum, 25 stig. FH hevði málmunin minus 10, meðan Akranes hevði málmunin minus 27, og tað feldi Akranes.

 

Kaj Leo spældi í ár 24 dystir og skoraði tvey mál fyri Akranes.

 

Kaj Leo sigur í stuttari viðmerking við in.fo: - Eg veit ikki hvar eg fari at spæla komandi ár, enn.