Ungi og evnaríki Kaj Leo í Bartalsstovu hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Víking. Undan hesum kappingarárinum var Kaj Leo eitt óskrivað blað fyri tey, sum ikki hoyra til Víking, men hann hevur so sanniliga sligið navn sítt fast í føroyska fótbóltsheiminum í ár. Við sínum ágrýtni og áræði hevur hann tikið mangan mótstøðumann á bóli í ár, og vit í Víkingi fegnast stórliga um, at Kaj Leo eisini verður við okkum komandi tvey árini.
19-ára gamil Kaj Leo hevur spælt 16 dystir í Vodafonedeildini fyri Víking í ár, har av 8 sum innskiftari. Víkingur er í dag í Fuglafirði, har grannauppgerð stendur fyri framman.