Kaj Leo: Hatta var í so hart orðað

Hvørki Sambandsflokkurin ella floksformaðurin eru fyri deyðarevsing. Tað sigur Kaj Leo Johannesen, sum viðgongur, at hann gjørdi eitt mistak, tá hann kallaði tað “ótrúliga positivt”, at Saddam Hussein fekk ta revsing, hann fekk. Men hann leggur afturat, hansara innasta kensla er, at rættvísi hevur sigrað

POLITIKKUR

 
 
- Tað er ongantíð positivt at taka eitt lív, men mín innasta kensla er, at rættvísið sigraði.
Tað sigur Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, eftir at Annika Sølvará, forkvinna í Amnesty International, í gjár segði seg harmast um, at Kaj Leo Johannesen hevði sagt við Sosialin, at tað var “ótrúliga positivt”, at Saddam Hussein fekk ta revsing, hann fekk.
Kaj Leo Johannesen viðgongur í dag, at hann tók ov rívan til, tá hann kallaði ta jaligt, at fyrrverandi einaræðisharrin varð hongdur.
- Eg kann gott taka orðini “ótrúliga positivt” aftur. Hatta var í so hart orðað.
- Tað at eg orði meg í positivum vendingum, er ein feilur frá mær. Men mín vinkul er, at rættvísið sigraði.
- Men eg havi so ikki gjørt gjøldur burturúr Saddam Hussein, sigur Kaj Leo Johannesen og sipar til baksíðutekningina í Sosialinum í gjár, har tveir føtur sóust hanga ovast í myndini.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Heldur fast um at rættvísi sigraði
 
- Men eg standi við, at rættvísi sigraði, sigur formaður Sambandsfloksins og leggur afturat, at hetta er hansara innasta, persónliga kensla. Kaj Leo Johannesen sigur, at um jóltíðir verður hann av fjølmiðlum sum kendur persónur spurdur um mangt og hvat, m.a. jóladunnur, sum hann tekur til, og at hann tí tosaði sum privatpersónur og ikki floksformaður.
- Flokkurin gongur ikki inn fyri hesum. Eg sigi eisini, at Sambandsflokkurin gongur ikki inn fyri deyðarevsing. Tað er ongantíð positivt at taka lív, sigur Kaj Leo Johannesen, og grundgevur hetta við, at tað altíð er vandi fyri, at ein ósekur verður avrættaður, og nevnir USA sum eitt dømi, har tað er komið fyri, at ósek eru tikin av døgum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Klivi ella deyðin
 
Kaj Leo Johannesen sigur, at ein kann hugleiða um, hvat er verri, at sita í einum kliva í einum væl vardum fongsli restin av lívinum ella at fáa deyðarevsing, og um pengarnir ikki høvdu verið betur farnir at breyðføtt svongum børnum fyri tær milliónirnar, eitt slíkt fongsul kostar.
Spurdur, um hetta altso er ein spurningur um pengar, sigur Kaj Leo Johannesen, at tað metir hann tó ikki, men hann undirstrikar, at tað er álvarsamt, tá tað snýr eg um brotsverk ímóti mannaættini.
Kaj Leo Johannesen sigur seg eisini skilja kenslurnar hjá fólki, hvørs næstringar eru myrd, men undirstrikar, at tað skal verða rættarskipanin og ikki kenslurnar, sum avgera revsing í okkara samfelag.
Hann samanber avrættingina av Saddam Hussein við Nurnberg-prosessina, har fleiri av teimum seku handan týningarnar undir seinna heimskríggi vórðu deyðadømdir.
Spurdur, um tað var rætt at hesir eins og Saddam Hussein vóru avrættaðir, sigur Kaj Leo Johannesen:
- Tað er ongantíð positivt at taka lív.