Kaj Leo gjørdi ein Melchior...

Tað spældi ikki so væl av, tá fyrrverandi danski ferðslu­mál­a­rá­ðharrin, Arne Melchior, í 1984 gjørdist so arg­ur inn á danska blað­ið Pol­i­tik­en, at hann segði upp øll hald­ini, sum Ferðslu­mál­a­ráðið hevði upp á Pol­i­­tik­en.

Málið byrjaði við einum vegg­málningi á Birkerød Stat­ion, sum Jens Jørgen Thor­sen hevði málað av Jes­usi, sum Arne Melchior helt vera sera niðrandi. Ráð­harr­in gjørdi tí av, at máln­ing­ur­in skuldi burtur, og av hes­um stóðst mikið kjak.

Arne Melchior verður spinn­andi fo­r­nerm­að­ur, tá hann í Politiken fær eina speiska við­merk­ing frá høv­und­a­num Car­sten Jen­sen – so for­nerm­að­ur verð­ur hann, at hann sig­ur upp øll hald­ini, sum Ferðsl­u­mál­a­ráð­ið hev­ur upp á Pol­i­tiken.

Í Danmark eins og í øðr­um lond­um er ikki pláss fyri pol­i­tik­ar­um, sum taka sín egna per­són og eg­in á­hug­a­mál fram­um í pol­i­tikki, og tí fekk Arne Melchior greið boð frá Fólka­tings­ins um­boðs­manni um ver­sgóð­ur at tekna øll haldini av Poli­tik­en aftur, sum hann í per­són­lig­um fornermilsi hevði strik­að.

Ráðharrin ger sjálvandi sum um­boðsmaðurin sigur, og tí varð revs­ing­in av Pol­i­ti­k­en av­tikin aftur.

Hendan søgan líkist ikki sørt søg­uni um løgmann – ráð­harran hjá fjøl­miðl­u­num – sum í per­són­lig­um for­nerm­ilsi fríggj­a­dag­in fekk Løg­mans­skriv­stov­una at siga hald­ið upp av Sosial­­i­num, soleiðis at hann ikki per­són­liga fær blaðið.