Kaj Leo Holm Johannsen, løgmaður, ætlar sær einki at gera, nú eitt gamalt tollmál hjá partafelagnum N. Niclasen í Sørvági, har Jørgen Niclasen var stjóri, tyngir landsstýrismannin í fíggjarmálum.
Málið kom undan kavi í gjár, tá Portalurin fekk innlit í skjøl í málið, sum stava frá fyrst í nítiárunum. Sambært skjølunum snýr tað seg um tilsamans 591.000 krónur, sum partafelagið ikki hevur rindað í tolli, árini frá 1988 til 1992.
Málið var meldað til løgregluna í juli 1993. Men sambært skjølunum, sum Portalurin hevur fingið innlit í, var málið latið føroysku myndugleikunum aftur í februar 1994, tí tað var ivasamt, um nakar kundi revsast eftir tolllógini fyri brotið.
Í tí sambandi sendir løgreglan eitt bræv til føroysku toll- og skattamyndugleikarnar, har tey vera biðin um at gera viðmerkingar til løgfrøðiligu metingarnar hjá løgregluni. Tær viðmerkingarnar komu ongantíð, og tí er málið liðugt viðgjørt hjá løgregluni og arkiverað í mars 1994.
Jørgen Niclasen er sum kunnugt landsstýrismaður í fíggjarmálum, og hann varar tí eisini av Toll & Skatt.
Málið varð umrøtt á landsstýrisfundi í gjár. Men sjálvur sær løgmaður ikki sína eftirlitisskyldu at røkka somikið langt, at hann nú skal kanna, hvat vendir upp og niður í málinum.
- Mín eftirlitisskylda er bara galdandi fyri tað, sum hendir á mínari vakt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen og sipar til sína løgmanstíð.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur seg framvegis hava fult álit á Jørgeni Niclasen.
Hoyr samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, við at trýsta á pílin undir myndini.