Jóannes Eidesgaard, løgmaður, heldur, at formaðurin í Sambandsflokkinum er farin at fríggja til Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkin, nú tað stundar til val Tað sigur løgmaður við Dimmalætting í dag í sambandi við, at Kaj Leo Johannesen hevur skotið upp at halda fólkaatkvøðu í 2012 um ríkisrættarligu støðu Føroya. Sjálvur tekur løgmaður ikki undir við hugskotinum hjá formanninum í Sambandsflokkinum, sum hann kallar eitt valtaktiskt upplegg.
-Hatta er ein roynd hjá Kaj Leo Johannesen at gera nýggjar politiskar alliansur, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at sambandsformaðurin er farin at fríggja til Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkin, nú tað stundar til val. Men tað avsannar Kaj Leo Johannesen.
-Eg fríggi til Føroya fólk, sigur hann við Dimmalætting.