Kaj Leo forkastar ríkjafelagsskapin

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur eftir øllum at døma lagt dreymin hjá sær um ein ríkjafelagsskap við trimum suverenum statum, á hillina.

Í kvøld skrivar hann á sín facebook-profil soleiðis:

»Høvdu ein sera góðan fund í gjár við tingbólki og landsnevnd, semja er um at gerða eina ætlan, um eina nýskipan innanfyri ríkisfelagsskapin, vónandi kann ein sovorðin ætlan verða okkara íkast til eina tjóðarsemju um eitt nýtt samstarv, millum londini í ríkisfelagsskapinum«.

Dreymurin um nevnda ríkjafelagsskap, sum fyri flestu sambandsfólk meira var ein marra, tykist tí sleptur, tí nú skal ein nýggj ætlan gerast, ið er ein nýskipan innan fyri ríkisfelagsskapin.