– Nokk er nokk, hvørki tími ella orki at hoyra um ungar menn við undirlutakenslum, sum fara í býin og fremja grovan harðskap móti ósekum fólkum.
Soleiðis skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður og fyrrverandi løgmaður.
Hann er so troyttur av at hoyra um harðskap, at hann nú ætlar at taka harðskapin í náttarlívinum upp politiskt.
– Hetta skal steðgast ongantíð ov skjótt, hetta er eitt politiskt mál, sum eg ætli mær at taka upp, soleiðis at ung fólk aftur kunnu kenna seg trygg um tey fara í býin, skrivar hann á Facebook eftir at hava hoyrt tíðindi frá løgregluni í morgun.
in.fo bar hesi tíðindi frá løgregluni í morgun: Fekk stóran skaða í høvdið av harðskapi