Kaj Leo fekk spælitíð í stórtapi

Levanger var aftanfyri 0-4, tá gøtumaðurin kom inn

Liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK spældi sín fyrsta dyst í næstbestu fótbóltsdeildini í dag, og sigast má, at tað gekk stak illa hjá Levanger.

 

Levanger vitjaði Åsane, og talan gjørdist um eitt 0-5 stórtap. Longu í steðginum var støðan 0-3, og Levanger hjálpti Åsane væl við at gera tvey sjálvmál.

 

Føroyski landsliðsspælarin slapp á vøllin í 82. minutti, tá Åsane var á odda 4-0, og dysturin langt síðani taptur, og tá var ikki tað stóra bóltfimi gøtumaðurin kundi gera at venda dystinum.

 

Komandi sunnudag hevur Levanger heimadyst ímóti Kristiansund, sum á heimavølli í dag spældi 0-0 ímóti Ranheim. 

 

Svenski venjarin hjá Levanger, Andreas Holmberg hevur ikki givið Kaj Leo stórvegis spælitíð í upptaktini til kappingarárið, men aftaná eitt 0-5 tap verður hann helst noyddur at geva nøkrum nýggjum spælarum møguleikan frá dystarbyrjan í komandi heimadystinum ímóti Kristiansund.