Kaj Leo: – Færri vápn og meira kærleika

– Persónliga haldi eg hetta vera eitt úrslit av einari felags skizofreni, har vit allatíð hava tørv á at deila heimin upp í tey góðu og tey óndu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

Í dag bleiv nýggi Arktis-pakkin hjá Kongaríkinum framlagdur av verjumálaráharranum Trine Bramsen og øðrum úr danska Fólkatinginum. Eitt av átøkunum í pakkanum var at stilla ein radara upp í Sornfelli í Føroyum, tí tað er øktur spenningur millum stórveldini í Arktis. Økti spenningurin ger, at meira hernaðarligur aktivitetur er í økinum - ella tað sum man í Danmark kallar "militær oprustning", nakað sum USA og Danmark eru í gongd við.

Júst hetta kjakið um meira hernaðarligan aktivitet hevur fingið heilsumálaráðharran og fyrrverandi løgmann Kaj Leo Holm Johannesen at sett hendan spurningin:

– Hvat er tað djúpra endamálið við “militær oprustning”, hvat er tað skynsama í tí?

Hetta skrivar hann á Facebook, har hann eisini ber fram, at: "Stórveldini hava sum er, vápn til at oyðileggja heimin 100 ferðir". 

Hann skilir ikki perspektivið og visiónina hjá stórveldunum og teirra fylgjarum.

– Persónliga haldi eg hetta vera eitt úrslit av einari felags skizofreni, har vit allatíð hava tørv á at deila heimin upp í tey góðu og tey óndu, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.

– Minni av vápnum og meira av kærleika er nokk vegurin fram til at sleppa av við óttan fyri hvørjum øðrum, sigur landsstýrismaðurin og tekur ásannar:

– Eg eri nokk naivur at hava so stórt álit á menniskju, men tað hevur givið mær eitt gott og spennandi lív higartil. Tað er ótrúligt sum álit fær tað besta fram í fólki, sigur hann.