Kaj Leo: Eg havi ikki broytt meining um fosturtøku

Kaj Leo vil tó ikki vil siga, hvussu hann aktvøður, um fosturtøkulógin verður løgd fram aftur

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur sagt, at tað kann vera, at uppskotið um fosturtøkulóg verður lagt fram aftur, um hann metir, at meiriluti er fyri tí. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur eisini sagt, at tað kann vera, at fosturtøkumálið verður borið niðan í tingi einaferð afturat, um útlit eru fyri, at tað verður samtykt.

 

Og Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hansara støða í málinum er ikki broytt.

 

"Um eg var kvinna, so hevði eg ikki viljað, at nakar annar tók avgerðina fyri meg," sigur hann.

 

Les meiri í Sosialinum, sum fæst til keyps í sølubúðunum nú!

 

##med2##