Kaj Leo byrjar á beinkinum

Føroyski landsliðsleikarin má bíða eina løtu enn eftir fyrstu minuttunum.

Kaj Leo í Bartalsstovu er í hópinum hjá Dinamo Bukarest, sum nú kl.17.00 spælir á heimavølli ímóti FC Botosani.


Føroyski landsliðsleikarin má bíða eina løtu enn eftir fyrstu minuttunum, tí hann byrjar nevniliga á beinkinum.


Tey trý stigini eru umráðandi hjá Dinamo Bukarest, tí í løtuni eru teir á 4. plássi, seks stig aftanfyri oddaliðið Astra Giurgiu.